Viðtøkur


LÓG NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ


 


 


Endamál og skipan Norðoya Frítíðar- og
ítróttarráð.


 



  1. grein 1.


Ráðið eitur Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, stuttstavað
NFÍ.


 



  1. grein 2.


Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð er samgonga av feløgum í
Norðoyum, sum skipa fyri frítíðarvirksemi, og sum íðka ítrótt.


Ráðið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum.


 



  1. grein 3.


Endamál ráðsins er:


a.       at
samskipa og leggja til rættis frítíðar og ítróttvirksemi í Norðoyum.


b.      At
fremja samstarv um frítíðar- og ítróttarmál við kommunur, landsmynduleikar og
aðrar myndugleikar.


 



  1. grein 4.


Felag, ið ynskir at gerast limur í
NFÍ, skal lúka hesar treytir:



  1. at
    felagið hevur frítíðar- og/ella ítróttarvirksemi á stevnuskránni.

  2. At
    felagið sendir lógir sínar, upplýsingar um stovningardag og nevnd til
    nevnd NFÍ.


 



  1. grein 5.


Noktar nevnd NFÍ felag limaskap,
skal hon leggja umsóknina fyri fyrstkomandi aðalfund til avgerðar.


 



  1. grein 6.


Valbæri til nevnd NFÍ hava einans
limir í feløgum, sum eru limir í NFÍ.


 



  1. grein 7.


Feløg lata fast árligt gjald til
NFÍ. Gjaldið verður ásett á aðalfundi í NFÍ og kann einans verða broytt á
aðalfundi í NFÍ.


Ársgjøld fyri tað lidna starvsárið
skulu vera goldið til NFÍ í hendi áðrenn 31. desembur.


 



  1. grein 8.


Feløg, sum ikki gera skyldur sínar,
til lógásett gjáld sambært 7. grein og ikki hava gjørt tað við árslok tað árið,
missa atkvøðurætt sín á aðalfundi.


Um felag ikki ger skyldur sínar at
rinda gjald, sum álagt teimum í hesi lóg, skal nevnd NFÍ taka avgerð um, um tað
skal verða koyrt úr ráðnum.


Felag sum ikki hevur goldið
limagjald fyri tað ár, sum ársroknskapurin er til góðkenningar, hevur ikki
atkvøðurætt. Um felag hevur goldið limagjald, men hevur gamla eftirstøðu, so
hevur felagið ikki atkvøðurætt.


Dømi: Um felag skal hava
atkvøðurætt á aðaðfundi 2016, so skal limagjaldið vera goldið innan 31.12.2015
og felag skal ikki hava eftirstøðu hjá NFÌ, tí so hevur felag ikki atkvøðurætt.


Avvarðandi felag kann kæra
avgerðina hjá nevndini til næsta aðalfundin, men avgerð hennara stendur við,
til næsti aðalfundurin hevur avgreitt málið.


 


 


 


 



  1. grein 9.


Felag, sum er koyrt úr NFÍ fyri
ikki at hava hildið skyldur sínar, sleppur ikki upp í ráðið aftur, fyrr enn øll
skuld er goldin, og nevnd NFÍ samtykkir.


 



  1. grein 10.


Felag, sum sigur seg úr NFÍ, verður
roknað at vera farið úr ráðnum frá byrjan av næsta roknskaparári.


 


 


 


Stjórn
Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð


 



  1. grein 11.


Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð
verður stýrt av:



  1. aðalfundinum

  2. nevndini


 


 


 


A.  aðalfundur


 



  1. grein 12.


Aðalfundurin hevur hægsta vald í
málum NFÍ


Aðalfundurin verður hildin innan 1
oktober mánaða við hesi dagsskrá:



  1. formaður
    NFÍ setur fundin og skipar fyri vali av fundarstjóra.

  2. formaður
    NFÍ greiðir frá starvinum í farna árinum.

  3. Kassameistarin
    leggur fram grannskoðan roknskap fyri NFÍ fyri farna ár.

  4. Umrøða
    og fyrispurningar um virksemið hjá nevnd NFÍ.

  5. Viðgerð
    av uppskotum og málum, sum hava verið løgd fyri aðalfundin, og øðrum
    málum, um 2/3 av umboðaðu feløgunum játta.

  6. Viðgerð
    av møguligum uppskoti frá nevndini um ásetan av ársgjaldi.

  7. Val
    av nevnd og varalimum samb. 18. grein.

  8. Val
    av grannskoðara.

  9. Ymiskt


 



  1. grein 13.


Hvørt felag innan NFÍ hevur rætt at
senda 3 umboð til aðalfundin, men hevur felagið bert rætt til eina atkvøðu.


Felag, ið ikki hevur
limagjaldviðurskifti og onnur limaskapsviðurskifti í lagi sambært 8. grein,
hevur tó rætt at møta, men ikki rætt at greiða atkvøðu á aðalfundi.


Herumframt hevur nevndarformaður hjá
NFÍ atkvøðurætt.


 


 


 



  1. grein 14.


Aðalfundur verður alment lýstur við
í minsta lagið 10 dagar freist, á heimasíðuni hjá NFÌ, og minst í einum av
Føroysku vikublað. Roknskaparár NFÍ er álmanakkaárið, tó fyrstu ferð 17/12 –
1987 til 31/12 – 1988. Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av ráðnum,
sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera nevnd NFÍ í handi 3 vikur fyri
aðalfund.


 



  1. grein 15.


Eykaaðalfundur verður hildin:




  1. ið aðalfundur samtykkir tað

  2. um
    meiriluti av nevnd NFÍ samtykkir tað


  3. ið minst helvtin av feløgunum ynskir tað, (sum hava goldið limagjald og
    ikki hava eftirstøðu)


Á eykaaðalfundi kunna uppskot ikki
verða viðgjørd, uttan tey standa á fundarskránni.


Fyri at uppskot skal vinna sømdir á
eykaaðalfundi, skal meira enn helvtin av teim møttu, sum hava atkvøðurætt,
atkvøða fyri.


Eykaaðalfundur skal vera lýstur
alment 8 dagar frammanundan.


 



  1. grein 16.


Mál, ið ikki standa á fundarskrá
til aðalfund og ikki snúgva seg um lógarbroytingar ella skipan av ráðnum, kunna
verða tikin til viðgerðar og avgjørd, um 2/3 av umboðaðu feløgunum við
atkvøðurætti játta.


Fyri at uppskot skal vinna sømdir á
aðalfundi krevst, at meir enn helmingurin av teim møttu, sum atkvøðurætt hava,
atkvøða fyri.


Til lógarbroytingar og til at koyra
lim úr NFÍ krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á
aðalfundi.


Fyri at lógar broytingar skulu koma
í gildi, skulu tveir fylgjandi aðalfundir samtykkja hetta, við


í minsta lagið 10 mánaðar ímillum
aðalafundirnar.


 


 


B.  nevndin


 



  1. grein 17.


Nevnd NFÍ hevur hægsta vald í NFÍ
millum aðalfunda.


Tá ið nevndarlimur hevur forfall,
tekur varamaður sæti í nevndini.


 



  1. grein 18.


Formaðurin boðar til fundar í
nevndini.


Boðað skal verða til fundar í
nevndini, um 2 av limum hennara skrivliga krevja tað.


Formaður NFÍ stýrir nevndarfundum,
mál verða avgjørd við vanligum meiriluta.


Standa atkvøður á jøvnum, er tað
atkvøða formansins, ið fær avgerðina.


Í nevndini sita 5 limir, formaður,
næstformaður, kassameistari, 1 skrivari og 2 skrivari.


Teir verða valdir á aðalfundi, fyri
eitt tvey ára skeið. Valdir verða eisini tveir tiltakslimir fyri eittáraskeið.
Nevndin skipar seg sjálv.


Tveir verða valdir annahvørt ár og
tríggir annahvørt ár.


Nevndin hevur øll fíggjarlig
viðurskifti um hendi; til skuldbindingar, keyp og sølu av fastari ogn krevst tó
aðalfundarsamtykt.


Limir í nevnd NFÍ skula vera limir í feløgum innan NFÍ.


Nevndin kann seta fólk fyri løn.


 


 


 


 


 


 


 


 



  1. grein 19.


Starvið hjá nevnd NFÍ er:



  1. at
    leggja fyri aðalfund reglur fyri limaskapi,

  2. at
    býta møguligan fíggjarstyrk til feløgini, nevndin leggur uppskot sítt um
    býti av styrki fyri aðalfund. Áðrenn býtt verður, skula allar
    felagsútreiðslur t.d. rentur, avdrátt og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur
    býtast frá,

  3. at
    fylgja við gongdini í feløgunum,

  4. at
    seta samtyktir aðalfundanna í verk,

  5. at
    standa fyri rakstrinum av NFÍ,

  6. at
    hava umsjón við viðurskiftum við myndugleikar um mál, sun ikki verða
    roknað sum felagsmál,

  7. at
    seta lønt starvsfólk, eftir sum peningur er játtaður til,

  8. at
    seta upp fíggjarætlan at leggja fyri aðalfund.


 


 


 


Ymiskar ásetanir


 



  1. grein 20.


Til at slíta Norðoya Frítíðar- og
Ítróttarráð krevst, at 4/5 av teimum, sum hava atkvøðurætt og eiga sæti á
aðalfundi í NFÍ sambært hesi lóg, samtykkja tað. Verður slík samtykt gjørd,
leggur tann aðalfundurin frá sær, meðan tann nevndin, sum sat seinasta
valskeið, verður sitandi og boðar til aðalfund av nýggjum um seks mánaðir.


Verður tá aftur samtykt við 4/5
meirikuta av umboðum við atkvøðurætti av slíta ráðið, er ráðið lógliga slitið.


 



  1. grein 21.


Verður Norðoya Frítíðar- og
Ítróttarráð soleiðis lógliga slitið, skulu allar ognir tess fara í grunn.
Stovnsfæið má ikki verða skert, men 2/3 av ársrentum skulu verða nýttar til
frítíðar- og ítróttarendamál eftir avgerð av 3-manna nevnd, har ein
nevndarlimur verður valdur av fráfarandi nevnd, ein av Klaksvíkar Kommunu og
ein av Klaksvíksgrunninum.


 



  1. grein 22.


samtykt á aðalfundi NFÍ, 17.
desember 1987


broytingar samtyktar á
eykaaðalfundi NFÍ, 6. mars 2010


 


broytingar samtyktar á aðalfundi
hjá NFÌ, hin 27 juni 2015.