Føroya Bjór renningin 2013

Mynd: www.treysti.fo

Leygardagin 1. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini. Hetta er 17. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997 at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

Í ár verður renningin leygardagin 1. juni kl. 11.00, tvs. somu tíð sum seinasta ár. Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu.

Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu.

Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál vi Telebúðina.

Hesuferð verður talan um DAF-góðkenda 5 km rutu.

Nú skipar FÍF aftur fyri Grand Prix á stevnum í summar, og hetta verður so fyrsta umfarið.

Aldursbólkar síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 1. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1997 ella fyrr) - 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1958-1967) - 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1957 ella fyrr) - 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) - 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) - 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) - 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) - 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, har gjaldast kann við DANKORTI. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 31. mai klokkan 21.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 70 fyri vaksin og kr. 40 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Kelda: www.treysti.fo