Norðoyastevnan 2015: Signhild V. Johannesen - setti stevnuna
Norðoyastevnan 2015:
Góðu norðyastevnugestir -
góðu norðoyingar
Ein gomul søga úr Kina
sigur frá nøkrum eldri kinverjum, sum skuldu ferðast við flúgvara runt um allan
knøttin. Men tá hesir gomlu vóru komnir hálva leið, komu teir ásamt um at
steðga á. Teir hildu, at teir vóru noyddir at bíða eftir sálini.
Ferðin gekk so mikið
skjótt, at hesir gomlu menninir kendu á sær, at sálin ikki megnaði at fylgja
við.
Í dag kunnu vit kanska
smílast at hesi søguni - men hvussu er vorðið hjá okkum í dag, nú alt gongur við
rúkandi ferð, og ferðin bara økist?
Tað góða vegakervið, sum
hevur so nógvar fyrimunir við sær, og sum vit dagliga gleðast um, hevur tó
eisini ein vansa. Tí tað ger, at vit ikki steðga á. Skunda vit okkum, náa vit
kanska fleiri tiltøk ymsa staðni í landinum sama dag. Av tí sama halda vit, at
vit allatíðina skulu vera á veg onkunstaðni - helst við fullari ferð.
Og ein dag sum í dag hugsi eg um, hvørjum tað er, vit renna soleiðis eftir. Flyta vit søguna um gomlu kinverjarnar inn í føroyska samfelagið í 2015 - hvussu man sálin so hava tað, um vit hugsa um manglandi friðin og um tørvin at steðga á og hvíla kropp og sinn?
Í dag er norðoyastevna -
tann fyrsta av øllum summarstevnunum. Vertsbýir og –bygdir fara ígjøgnum
summarið at spenna seg út fyri at hava nógv gott á skrá. Men geva vit okkum
eisini tíð at støkka inn á gólvið og heilsa hvørjum øðrum við einum drekkamunni
og einum góðum práti?
Eg ivist onkuntíð í, um
tað man vera ein farin tíð - tá vit góvu okkum tíð til hvønn annan og bara at
vera. Hvat vit skuldu verða, var ikki so týdningarmikið, men tað bara at vera;
tú og eg, tit og vit - tað varð virðsimett.
Kanska eiga vit ikki
altíð at tráa eftir tí fullkomna og eftir teimum góðu, sjónligu úrslitinum. Tað
er jú í grundini gott ikki at vera komin á mál, tí málið er endin.
Náa vit fullkomna
málinum, tá gevast vit at liva. Í okkara rokmikla gerandisdegi, her góð úrslit
og tað at náa sínum máli verður virðismett, mugu vit eisini minnast til, at
vegurin til málið í grundini hevur nógv størri gleði við sær enn málið sjálvt.
Og tá alt kemur til alt, er vegurin til málið eisini sjálvt lívið.
Góðu áhoyrarar
Nú á norðyastevnu
hátíðarhalda vit, at summarið er komið, og at tað er ljós og lív, hvar vit enn
hyggja.
Eitt av okkara mongu
skaldum, Bernhard Brim, sum í ár hevði fylt 100 ár, og hvørs føðingardag
býráðið ætlar at hátíðarhalda í heyst, syngur ein so vakran hásong til
Klaksvík.
Í sanginum “Tað er vakurt
í Klaksvík” steðgar skaldið á og gevur sær far um smálutirnar, sum gera
føroyska summarið so deiligt og Klaksvík so vakra.
Bernhard Brim gevur sær
stundir at ansa eftir og fegnast um alt tað, vit hava at gleðast um. Men skulu
vit gera tað sama, krevur tað, at vit eisini seta ferðina niður og fáa sálina
við.
Skaldið tekur millum
annað soleiðis til:
Tað er vakurt í Klaksvík
á sumri, tá ið sólin hon kyssir hvørt stráð, og ei skýkloddi hómast á himli, og
ei fleyr sæst á speglblonku vág. Tá hvør smáblóma tárar av gleði, og hvør
títlingur syngur við gleim, og av hjarta lovprísar tí degi, tá hann valdi sær
Klaksvík til heim. Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi, tá ið roðin um Nestindar
fer, og hvørt fjall eins og reyðargull skínur, ert tú paradís mitt her í verð.
Við ársins fyrstu
summarstevnu heilsa vit, eins og skaldið, summarinum vælkomnum. Eftir ein
myrkan, illfýsnan vetur er gott at hoyra fuglasong og áartutl, síggja bláan
himmal og lukta fríska gróðurin. Men skulu vit kunna gleðast um summarið,
krevur tað, at vit taka okkum stundir at varnast tí og sansa tí.
Tí tað er veruliga
hugaligt, nú fyrsta summarstevnan verður sett, og unglingar leita sær higar til
leik. Nú byrjar tjóðarítrótt okkara – kappróðurin, og í Klaksvík hava vit góð
úrslit og góða siðvenju á hesum øki. Enn meira spennandi verður at fylgja við,
nú vit hava fingið nýggjan Klaksvíking at rógva í.
Men norðoyastevnan hevur
so mikið annað at bjóða – útileik í Kirkjubrekkuni, listaframsýning í
Spaniastovu, í Gamla Seglhúsinum, í Býráðshøllini – og Norðoya Listafelag hevur
serframsýning, nú tey hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag og hava sett upp
norðoyðastevnuframsýning nr. 30
Sjálvandi eru eisini
tivoli, hoppiborgir og alt, sum hartil hoyrir. Skemt, konsertir, dansur og
fótbóltur. Matstovurnar fáa seg eisini royndar, og heima er gestablídni í
hásæti.
Kirkjan og samkomurnar
hava sítt sjálvsagda pláss í skránni, tí tað hevur altíð verið lutur okkara, at
andaligi og verðsligi parturin av tilveruni fylgjast at.
Tað er við hesi skrá
okkara ynski, at ungur sum gamal, lágur sum høgur, verðsligur sum andaligur,
skal kenna seg heima í norðoyastevnuni.
Vit ynskja, at vit øll
fara at hittast, heilsast og smílast til hvønn annan við virðing fyri tí
menniskja, vit nú einaferð eru, fylt við tí, sum lívið hevur lært og givið
okkum. At vit geva okkum stundir at varnast hvønn annan og fella í prát - og at
vit hava sálina við.
Menniskjan er ikki skapt
til einsemi. Tí lívgast vit saman við øðrum. Tí kenna vit hitan av samanhaldi,
tá vit hava høvi at deila upplivingar, gleðir og sorgir við onnur.
Enn einaferð vælkomnir
til Klaksvíkar allir gestir. Eg vóni, at tit á hesi norðoyastevnuni geva tykkum
stundir at njóta gestablídni, sum enn er stórt í 2015 - og at vit norðoyingar
gera tað sama, tá summarstevnurnar verða hildnar aðrastaðni í landinum.
Lat summarið í 2015 vera
merkt av, at vit við jøvnum millumbilum stíga út úr ferðmikla gerandisdegnum,
varnast hvønn annan og fáa sálina við.
At enda vil eg takka
fyriskiparunum við NFÍ á odda og tykkum øllum, sum lýddu
á.
Við hesum orðum er
norðoyastevnan 2015 sett.
Góða norðoyastevnu – gott
summar.
Signhild V. Johannesen