SAVNSGULL -føroyskur filmur í Atlantis
Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap.
Á Norðoyastevnu fari eg at vísa ein nokk so langan film, sum er upptykin umborð á línuskipinum Norðoyingi og umborð á Norðalduni.
Filmirnir eru frá tí tíðini, tá Andras hjá Stellu Pól var skipari á fyrst Norðoyingi, sum kom í 1962, og so á Norðalduni, sum kom í 1969 og fram eftir.
Filmirnir eru tað reina " SAVNGULL ", um nakað er sum kann kallast so.
Í filminum fáa vit eitt sera gott innlit í, hvussu hart sjólívið mangan var, har menn arbeiðu á opnum dekki, bæði í ódn og logn.
Andras var av raskastu monnum, ógvuliga fiskiligur, hann mundi verða tann fyrsti skiparin, sum kláraði at fiska 3 ferðir upp í skipið eftir einum sumri. Tað eru rættuliga nógvir føroyingar, sum hava siglt saman við Andras hjá Stellu Pól, og har hava fingið eina sera góða inntøku tey áðrini.
Andras var av djarvastu monnum, í filminum skulu vit eisini síggja, tá Andras svam á Flemis Kap, hann svam frá Norðoyingi og yvir til Stellu Karini, sum Grímur Rasmusen var skipari á. Teinurin hann svam mundi verða umleið 100 metrar, og tá vóru eygu í monnum. Eftir at hava verið og vitja umborð á Stellu Karinu, svam hann yvir aftur á Norðoying.
Filmurin verður vístur :
Hóskvøldi kl. 20.00
Fríggjakvøldi kl. 20.00
Sunnukvøldi kl. 20.00
Atgongumerkir skulu keypast á heimasíðuni hjá Atlantis www.atlantis.fo